
Hermann & Helmsdal hitta Hettarher í Hoydølum
17.10.2025 | 1 Std. 5 Min.
Vit vitja Hettarher í studio teirra í Hoydølum.Torleik Mortensen og Andreas Tykjær Restorff greiða frá, hvussu teir skapa filmstónleik – frá fyrstu skitsu til liðugt ljóðbland. Vit tosa um arbeiðsgongd, samstarv við leikstjórar/klipparar og dramaturgi í ljóði – og hvussu tónleikur lyftir filmsfrásøguna.Lurta, tagga, deil – og gev okkum endiliga viðmerkingar á SoMeHermann & Helmsdal á SoMe:http://instagram.com/hermannoghelmsdal_poddvarp/https://www.facebook.com/profile.php?id=61558898460491Lurta eftir filmstónleikinum hjá Hettarher her:Applemusic:111 Góðir Dagarhttps://music.apple.com/us/album/111-g%C3%B3%C3%B0ir-dagar-feat-silvurdrongur-original-motion/1776863003Seinasta Paradís á Jørðhttps://music.apple.com/us/album/seinasta-parad%C3%ADs-%C3%A1-j%C3%B8r%C3%B0-original-score/1807326209Spotify:111 Góðir Dagarhttps://open.spotify.com/album/6SSkaBy6lsumF2d7vYYKQQ?si=qYjiVIYnRWutJEykXJ-O3wSeinasta Paradís á Jørðhttps://open.spotify.com/album/3fbLvmPJBik3wmX0kwMzbg?si=VfMgKLyHRuCQgBA8vQs8Rw#Hettarher #HermannHelmsdal #filmstónleikur #Føroyar #ljóðmynd #podcast #filmmaking

Live á G! við Knút Háberg Eysturstein.
26.7.2025 | 37 Min.
Live upptøka á G! Festivalinum, har vit høvdu vitjan av áskoðarum, og ikki minst Knút Háberg Eysturstein.Knút valdi sær út nøkur løg úr filmum, sum honum dámar, og saman tosaðu vit um hesi løg og filmarnar, sum tey eru úr. Filmsnørdaríið var í hásæti meðan tosað varð um alt frá Tarantino til Sergio Leone. Ein fantastiskt løta á G! 2025, sum tú kanst hoyra her:)

28 Years Later Ummæli + Mega zombiefilm prát!
14.7.2025 | 1 Std. 21 Min.
28 Years Later er seinasti filmurin hjá Danny Boyle. Hetta er tann 3. filmurin í "28" røðini, og at tosa um hetta hava vit vitjan av - the one and only - Rúna. Friis Kjær. Saman ummæla vit filmin, og vit tosa eisni um zombie filmsjangruna sum heild (okkurt av tí endar við at verða nokkso groteskt:)

How to Train Your Dragon Ummæli
13.6.2025 | 52 Min.
How to Train Your Dragon, sum í stóran mun gongur fyri seg í Føroyum, er komin í biografin, og sjálvandi ummæla vit filmin í Hermann&Helmsdal.How to Train Your Dragon er eitt so kallað "live action remake" av kenda teknifilminum, so vit tosa eisini eitt sindur um hetta útbreidda fenomenið, har klassiskir filmar vera umgjørdir til spælifilmar. Tað er eitt sindur svingandi, hvussu hetta eydnast frá filmi til film, so hetta tosa vit eisini eitt sindur um:)

Seinasta Paradís á Jørð.
09.6.2025 | 55 Min.
Sakaris Stórá er háaktuellur við filminum Seinasta Paradís á Jørd, sum hann hevur bæði skrivað og leikstjórað.Sakaris vitjar Hermann&Helmsdal á øðrum sinni, og sigur okkum søgur um, hvussu filmurin var gjørdur.



Hermann & Helmsdal